Fróðskaparsetur Føroya:
Beinbroyskni og vánalig beinheilsa eru álvarsligir alheims fólkaheilsutrupulleikar, sum vaksa munandi við demografiskum broytingunum, sum bera í sær, at talið av eldri borgarum veksur nógv og skjótt.
Í løtuni hava umleið 200 milliónir fólk beinbroyskni, og hetta tal, meta granskarar, fer í 2050 at verða tríggjar ferðir so stórt, og ein avleiðing verður, at árligu beinbrotini fara at verða níggju milliónir í tali.
Tá vit eldast, viknar beinagrindin, tí beintættleikin minkar, og samstundis missa vit vøddamongd og kropsligar førleikar, sum í ávísan mun stendst av minkandi framleiðslu av kynshormonum.
Menn, sum eru eldri enn 50 ár, og kvinnur í skiftisárunum eru í munandi størri váða fyri brotum í beinum, mjødn og ryggi.
Mynd 1 vísir, hvussu beintættleikin hjá kvinnum minkar, sum árini ganga, og stórt er fallið í tíðarskeiðinum, tá skiftisárini gera seg galdandi. Hetta ger eisini, et ein triðingur av øllum heimsins kvinnum eru fyri einum beinbroti júst vegna ringa beinheilsu eftir skiftisárini. Staðfest er, at kropslig venjing, sum leggur mekaniskt trýst á beinkyknurnar so sum styrkivenjing, fimleikur og bóltspøl, økja evnisskiftið hjá beinagrindini, soleiðis at nýggjur beinvevnaður verður uppbygdur.
Mynd 1. Broyting í beintættleika hjá kvinnum ígjøgnum lívið
##med2##
Nýggja greinin, sum Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað saman við May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum, og Tóra Sjúrðarsyni, adjunkti í fysiologi, bæði frá Setrinum, umframt professarunum Jann Mortensen (Ríkissjúkrahúsið og Landssjúkrahúsið), Niklas R Jørgensen (Ríkissjúkrahúsið) og Peter Krustrup (Syddansk Universitet) er júst útgivin í tíðarritinum, Biology of Sport.
Greinin ber heitið: Recreational football training preserves bone health in women over 9 years during the menopause transition og kann lesast her.
Samanumtikið vísir greinin, at miðaldrandi kvinnur, sum byrjaðu at spæla fótbólt, meðan tær vóru í 40-árunum, og sum í heili níggju ár hava vant fótbólt í miðal tvær ferðir um árið, varðveita beinheilsuna í beinunum, mjødnini og niðara partinum av rygginum, hóast tær í hesum tíðarskeiði koma í skiftisárini. Øvugt av fótbóltskvinnunum, vísir ein kontrollbólkur minkandi beintættleika, sum samsvarar við fallið, sum mynd 1 vísir. Samstundis vístu blóðroyndir, at evnisskiftið hjá beinkyknunum varð munandi hægri hjá teimum, sum vandu fótbólt, samanborið við kontrollkvinnurnar. Fótbóltskvinnurnar høvdu eisini størri vøddamongd í beinunum eftir tey níggju árini við fótbólti, og meðan vøddastyrkin hjá kvinnunum í kontrollbólkinum minkaði við 10 prosentum, so varðveittu fótbóltskvinnurnar sína vøddastyrki, hóast tær vóru eldar níggju ár og komnar í skiftisárini.
- Hetta er ein granskingarverkætlan, sum Granskingarráðið stuðlaði longu í 2013, tá hesar kvinnurnar vóru býttar upp í tríggjar venjingarbólkar og ein kontrollbólk. Fyrsta venjingartíðarskeiðið var 15 vikur, sum so varð longt til eitt heilt ár. Eftir hetta stovnaðu kvinnurnar í fótbóltsbólkinum sjálvar felagið FC Trón, sum venur á Eysturvølli í Havn, har umleið 50 miðalaldrandi kvinnur venja upp í fýra ferðir um vikuna. Tær høvdu hugagóðar vant í samfull níggju ár, tá vit so bjóðaðu teimum inn aftur til kanningar. Í miðal hava tær vant tvær ferðir um vikuna hesi níggju árini, og tað er hvørja einastu viku í árunum. Tað er í sjálvum sær framúr!, sigur Magni Mohr, professari.
- Tað serliga er, at vit nú kunnu hyggja at hesum kvinnum, sum nú eru fótbóltsspælarar, og kontrollunum og so samanbera bólkarnar. At tær nú eru blivnar eldri, merkir, at vit eisini kunnu kanna sambandið millum tað at eldast og venja sum kvinna.
- Hendan kanningin, sum er tann longsta interventiónkanningin við kropsligari rørslu við kvinnuligum royndarpersónum nakrantíð, vísir tað sama, sum okkara gransking hevur víst seinastu 20 árini: Fótbóltsvenjing er sera munadygg venjing av beinagrindini, og tað er serliga beintættleikin í ovasta partinum av lærbeininum og niðara partinum av rygginum, sum batnar munandi. Tað er nettupp á hesum pørtum av kroppinum, at álvarslig beinbrot mangan henda hjá eldri fólki við vánaligari beinheilsu, og tí kann fótbóltsvenjing brúkast sum fyribyrging av beinbroyskni og beinbrotum, sigur Magni Mohr.
##med3##
##med4##
Í 2023 var Michael Mosley, sjónvarpsvertur í BBC í Føroyum og brúkti ein part av síni dokumentarrøð, Secrets of the Super-agers, til hesa føroysku granskingarverkætlanina. Parturin um granskingarúrslitini hjá Magna og teimum og fótbóltskvinnurnar á Eysturvølli eitur The Body, og meira kann lesast um tað bæði her og her.
Á Eysturvølli spæla FC Trón-kvinnurnar framvegis fleiri ferðir um vikuna, og í mars 2026 eru 13 ár síðani, at tær fóru at sparka.
- At tær spæla enn - og so regluliga - ger, at uppfylgjandi kanningar kunnu gerast komandi árini, so vit vóna, at tær eru klárar, tá vit fara at bjóða teimum inn aftur. At tær nú spæla á trettanda ári vísir, at heilsufótbóltur er ein burðardyggur venjingarháttur, og at gransking kann brúkast at íverkseta nýggja venjingartilboð, sigur Magni Mohr, professari.