Tað var ongantíð nakar spenningur í seinnu FM-hálvfinaluni í Burn mansdeildini millum H71 og Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini.
H71 vann ein knúsandi 37-15 stórsigur. Í steðginum var H71 á odda 21-9. Tá 15 minuttir vóru farnir kom H71 á odda 13-2, og tá var øllum greitt, at H71 fór at vinna greitt.
Team Klaksvík vann fyrru FM-hálvfinaluna í Badmintonhøllini í Klaksvík 33-20, og teir hava sostatt vunnið hálvfinaluuppgerðirnar 2-0.
Team Klaksvík kann tó fegnast um teirra besta kappingarár nakrantíð í bestu mansdeildini.
Leygardagin 2. apríl spælir Team Klaksvík bronsudyst móti antin VÍF ella KÍF. 3. apríl spælir H71 1. FM-finaluna av fimm møguligum móti antin VÍF ella KÍF.
H71-Team Klaksvík 37-15 (21-9) - H71 vinnur hálvfinaluuppgerðirnar 2-0:
HER sæst dómaraseðilin frá HSF:
##med2##