Burn: H71 og StÍF vunnu á Kyndli og Neistanum

H71 er einsamalt oddalið

Tveir dystir eru í kvøld leiktir í Burn Mansdeildini.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 34-31 á Kyndli. Í steðginum var støðan javnleikur 19-19. Tá 40 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 24-24. Tá eydnaðist tað H71 at leggja seg framum 27-24, og eftir tað hildu hoyvíkingar fast í leiðsluni. 

 

Blaðungi Jákup Egholm var stórskjútti hjá H71 við 10 málum. William Skovsager var við átta málum toppskjútti hjá Kyndli. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann StÍF 26-21 á Neistanum. Strandingar vóru frammanfyri við trimum málum, 15-12 í steðginum.

 

Ari Arnason var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Pætur Ó. Barclay var toppskjútti hjá StÍF, somuleiðis við seks málum.

 

H71 er fremst í deildini við 10 stigum. Kyndil og VÍF hava átta stig hvør. KÍF hevur seks stig, og Neistin og StÍF hava fýra stig hvør. Team Klaksvík er aftast í deildini við ongum stigi.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##