U21-landsliðsliðskiparin, Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 81 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim tryggjaðu sær týdningarmikla sætta plássið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Hetta gjørdi Ranheim við 3-0 sigri á útivølli móti Sogndal. Áki kom til góðar støður, men var ikki millum málskjúttarnar í dag. Seinasta hálva tíman syrgdu Mikael Johnsen við tveimum málum, og Seydina Diop við einum máli fyri, at Ranheim fekk øll trý stigini.
Ranheim endaði á sætta plássinum við 48 stigum. Teir endaðu eitt stig frammanfyri Lyn Oslo.
Leygardagin 22. november klokkan 16 spælir Ranheim Play Off dyst á útivølli móti Egersund. Vinnarin møtir vinnaranum av dystinum millum Kongsvinger og Aalesund.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sogndal-Ranheim 0-3 (0-0). Áki sæst í nógvum góðum støðum:
##med2##











