Seinnapartin vóru tveir teir seinastu dystirnir í grundspælinum í Burn mansdeildini leiktir.
Í høllini í Vestmanna vann KÍF greiðan 29-23 sigur í grannauppgerðini móti VÍF. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 12-10.
Filip Jojic var við sjey málum toppskjútti hjá VÍF. Hans Eli Sigurbjørnsson var við níggju málum toppskjútti hjá KÍF.
Í høllini á Hálsi í Havn vann StÍF stórsigur 33-21 á Neistanum. Í steðginum vóru strandingar á odda 18-13.
Alex Trent var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum. Pætur Ó. Barclay og Pauli Rasmussen vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá StÍF.
H71 og Kyndil hava vunnið seg beinleiðis í FM-fjórðingsfinalurnar. FM-fjórðingsfinalurnar vera hesar: StÍF-KÍF og VÍF-Neistin, har StÍF og VÍF hava heimavøll.
Enn er eingin dagfesting tøk fyri FM-fjórðingsfinalurnar.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt endaligu støðuna í grundspælinum:
##med2##
##med3##
##med4##














