Ung norsk genta funnin deyð á Gran Kanaria

Sambært lokala miðlinum Canarias 7 var gentan og ferðaðist á Gran Kanaria saman við familju síni

Ein norsk tannáringagenta varð í morgun funnin deyð við eitt havnarlag í Puerto Rico á Gran Kanaria.

 

Tað váttar norska uttanríkisráðið yvirfyri tv2.no

 

– Uttanríkisráðið veit, at ein norskur ríkisborgari er deyður á Gran Kanaria, sigur talsfólkið ráðnum, Johanne Severinsen.

 

Hon vísir á, at tey hava tagnarskyldu, og tískil kunnu tey ikki upplýsa nærri um málið.

 

Sambært lokala miðlinum Canarias 7 var tannáringagentan og ferðaðist á Gran Kanaria saman við familju síni.

 

Tá hon varð saknað, var málið meldað til løgregluna, og løgreglan sigur, at deyðsorsøkin nú verður kannað.

 

Lesið eisini - Hetta er ógvuliga tungt og brutalt

 

https://www.in.fo/news-detail/sjomansprestur-hetta-er-ogvuliga-tungt-og-brutalt