Gentan á Gran Kanaria gekk á ungdómsskúla

- Hetta er ein ógvuliga tung og trupul støða. Okkara tankar eru hjá familju, vinum og øllum, sum hendingin rakar, sigur borgarstjórin í Sørfold kommunu, har familjan býr

 

Borgarstjórin í Sørfold kommunu, Kolbjørn Mathisen. Myndina eigur norska kringvarpið, NRK

Í Sørfold kommunu í Noregi hava tey hoyrt ófrættakendu tíðindini av Gran Kanaria um, at ein ung norsk genta er funnin deyð har niðri í morgun.  

 

Gentan var saknað av familjuni, hon var og ferðaðist saman við, og í morgun varð hon funnin deyð í Puerto Rico.

 

Sambært norska kringvarpinum NRK býr familjan í Sørfold kommunu í Noregi.

 

Í kommununi eru tíðindini nú farin at ganga um, at tað er ein av næmingunum á ungdómsskúlanum, sum hevur latið lív á Gran Kanaria.

 

Borgarstjórin í Sørfold kommunu, Kolbjørn Mathisen, hevur í kvøld úttalað seg yvirfyri NRK, og hann sigur, at familjan hjá gentuni veit, at hann úttalar seg.

 

- Hetta er ein ógvuliga tung og trupul støða. Okkara tankar eru í fyrsta lagi hjá familju, vinum og øllum, sum hendingin rakar.

 

##med2##

 

Borgarstjórin sigur, at í morgin fer kommunan at bjóða fólki kreppuhjálp, og kreppuhjálp fæst eisini í øðrum kommunum, har fólk eru, sum eru rakt av hendingini.

 

- Vit gera tað, vit kunnu fyri at taka hond um avvarðandi og ungdómin, sum nú upplivir sorg og ótryggleika, sigur Kolbjørn Mathisen.

 

Lesið eisini - Hetta er ógvuliga tungt og brutalt 

 

https://www.in.fo/news-detail/sjomansprestur-hetta-er-ogvuliga-tungt-og-brutalt

 

 

 

 

 

Borgarstjórin í Sørfold kommunu, Kolbjørn Mathisen. Myndina eigur norska kringvarpið, NRK