Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini í dag.
Í Hoyvíkshøllini tók H71 móti Team Klaksvík.
H71 vann dystin 29-26. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14, og tá 50 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 22-22. Tá eydnaðist H71 upp á fimm minuttir at fáa eina 27-23 leiðslu. Eftir tað slepti H71 ikki takinum á dystinum.
Brian Slyne var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum.
Í høllini í Kollafirði eydnaðist tað Kyndli at vinna ein 23-20 sigur á KÍF. Tað var annars heimaliðið, ið var á odda 12-9 í steðginum.
Tá 44 minuttir vóru leiktir vat støðan javnleikur 15-15. Tá eydnaðist Kyndli at fáa eina 18-15 leiðslu, og var Kyndil á odda tað sum eftir var av dystinum.
Toppskjútti hjá KÍF við fimm málum var Mikkel Vinther. Toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum var Tobias Thisen.
StÍF, Kyndil og H71 hava fýra stig hvør. Neistin hevur trý stig, og VÍF hevur tvey stig. KÍF hevur eitt stig á sætta plássinum, og Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.
HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Hoyvík og í Kollafirði:
##med2##
##med3##