Einki land innflutti so nógvar trælir úr Afrika sum Brasil, og hóast trælahald varð alment bannað við lóg í 1898, arbeiða framvegis nógv fólk sum trælir í Brasil. Nú verður tað rópt nútímans trælahald. Har norðuri í landinum arbeiða nógv fólk á stórum bóndagørðum. Tey fáa onga løn, og vápnaðir vaktarmenn forða teimum í at rýma. Maturin er oftast avlopið hjá húsfólkinum.
Men nú skal eisini hetta slagið av trælahaldi takast av. Tað sigur Luiz Inacio da Silva, forseti. Hann sigur, at umleið 25.000 fólk í Brasil liva eina tilveru sum trælir ella tí, ið líkist trælahaldi. Hann hevur nú lagt fram eitt lógaruppskot, sum skal gera enda á hesum nútímans trælahaldinum. Uppskotið hjá forsetanum ber millum annað í sær, at tað almenna kann ognartaka bóndagarðar, sum nýta trælir. Síðani skal jørðin latast trælunum.
Munurin á ríkum og fátækum er sera stórur í Brasil. Av teimum 170 milliónunum, sum búgva í landinum, liva 53 milliónir í størsta fátækradømi. Luiz Inacio da Silva, forseti hevur sett sær fyri at broyta hesi viðurskiftini.