- Tit kunnu halda so nógvar fundir, sum tit vilja, men tað er spill av tíð.
Soleiðis fullu orðini á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið.
Býráðslimir vóru farnir at tosa um samráðingarnar við Vágs Býráð um at leggja báðar kommunurnar saman.
Í tí orðaskiftinum gjørdi bergur Bærendsen greitt, at eftir hansara tykki er tað burturspilt arbeiði at samráðast við vágbingar um samanlegging.
Og hann var langt frá einsamallur býráðslimur á Tvøroyri, sum lítið og onki álit hava á, at nakað sum helst fer art spyrjast burtur úr samráðingunum.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum nú ein dagin, eru býráðini í Vági og á Tvøroyri farin at tosa um samanlegging.
Og á býráðsfundinum á Tvøroyri mánakvøldið skuldi býráðið stinga út í kortið, nær tann næsti fundurin skal vera.
Og býráðslimirnir á Tvøroyr gjørdu greitt, at tey ætlaðu at halda fram við royndunum, hóast tey eru rættiliga svartskygd um úrslitið.
Vilja ikki spara 1,5 millión
Tann, sum hevur eina ringast álit á, at nakað fer at spyrjast burtur úr, er borgarstjórin sjálvur, Kristin Michelsen.
- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at brúka orku upp á at samráðast við Vág um samanlegging, kunngjørdi hann á býráðsfundinum.
Hann duldi heldur ikki fyri, at hann var rættiliga vónbrotin av, at tað miseydnaðist at leggja sosialu deild hjá Vági og Porkeri og Sosialu deild hjá hinum fimm kommunum saman.
- Leiðararnir á hesum báðum sosialu deildunum hava sagt upp og tí var tað eitt gylt høvi at leggja báðar deildirnar saman og at vísa í verki, at álvari býr aftanfyri samráðingarnar um samanlegging, sigur hann fyri Sosialinum.
Men hann leggur afturat, at tað var Vágs Býráð ikki sinnað til og hava sostatt søkt eftir nýggjum leiðara til sosialu deild hjá Vági og Tvøroyri
Hann sigur, at umframt at vísa tann góða vilja til samanlegging í verki, hevði tað spart kommununum 1,5 millión í útreiðslum at lagt báðar sosialu deildirnar saman.
Og tað heldur hann avgjørt hevði verið ein sparing, sum tað hevði verið vert hjá Vágs kommunu og Tvøroyrar Kommunu, at tikið, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu tíðirnar eru.
- Men tá ið vit ikki kundu finna út av hesi sjálvsøgdu samanleggingini, veit eg ikki, hvussu vit skulu finna út av nøkrum øðrum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Hann heldur, at tað skínur týðiliga ígjøgnum, at Vágs Býráð er ikki sinnað til at leggja alla oynna í eina kommunu, men vil hava tvær kommunur í Suðuroy.
Skulu ikki gevast
Heldur ikki Malla Dam var serliga bjartskygd.
Men hon staðfesti kortini, at vit koma ikki uttan um eina samanlegging og tí eiga samráðingarnar við Vágs Býráð at halda fram.
Eisini Jaspur Vang helt, at samráðingarnar eiga at halda fram og at Tvøroyrar Býráð skal ikki vera tann, sum forðar fyri einum samskifti á hesum øki.
Men serliga bjartskygdur var hann ikki.
- Kommunurnar hava langt síðani víst, at tær vilja ikki ella megna ikki at tosa saman og tíð er einasti útvegur at leggja tær saman við lóg.
- Og tað skal vera sum skjótast, legði hann afturat.
Býráðslimir á Tvøroyri halda eisini, at tað er neyðugt at halda fram við samráðingunum, tí megna kommunurnar ikki leggja saman sjálvbodnar, verða tær avskornar frá allari ávirkan og verða kortini lagdar saman.
Tað skerst ikki burtur, at ein knútúr í samráðingunum um samanlegging, er, hvar kommunala umsitingin og aðrir stovnar skulu vera.
Í hesum sambandi vildu summir býráðslimir ikki læsa seg fastar í, hvørjir stovnar verða hvar, bara tað bar til at samráðast um eitt býti.
Toppurin má skerast av skuldini
Verður toppurin ikki skorin av kommunuskuldini, er onki endamál at leggja kommunurnar í Suðuroy saman.
Tað varð staðfest á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið.
- Annars er onki endamál at leggja saman, tí við so stórari skuld, vit hava nú, fær ein samanløgd Suðuroy ongar møguleikar at virka, staðfestu býráðslimur á Tvøroyri.
Býráðslimur vístu eisini á, at bæði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og aðrir, hava sagt, at leggja kommunur saman, eru tey opin fyri at viðgera spurningin um at skera topin av kommunuskuldini.
Men býráðslimir á Tvøroyri harmast um, at kommunuálitið, sum nýliga er komið, ger onki við kommunuskuldina og annars varð hildið, at ein veikleiki við tí er, at spurningurin um kommunala útjavning og blokkstuðul eru ov lítið viðgjørd.
Ein samlaður pakki
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at spurningurin um samanlegging er ein samlaður pakki.
Tí vóru tey ikk sinnað at leggja tær báðar sosialu deildirnar saman.
Hnvegin hava tey søkt eftir einum deildarleiðara í eitt tíðaravmarkað starv upp á tvey ár, nettupp fyri ikki at forða við eini samanlegging, um so er, at samráðingarnar um samanlegging føra á mál.
Men borgarstjórin í Vági ásannar eisini, at í spurninginum um samanlegging, er Vágs Býráð í eini torførari støðu, tí ein fólkaatkvøða í Vági vísir, at meirilutin av vágbingum er ímóti at leggja alla Suðuroy í eina kommunu, men vil hava tvær kommunur í oynni.