Amerikanski forsetin, George W. Bush, noyddist nú um dagarnar at ringja til ein blaðmann hjá Los Angeles Times við einari umbering.
Á tíðindafundum sínum roynir forsetin við hvørt at skemta, men á einum tíðindafundi herfyri mistók hann seg, tá ein blaðmaður við sólbrillum reistist og setti forsetanum ein spurning. Bush spurdi, hví hann ikki tók brillurnar av, áðrenn hann setti sær spurningin, tí har var eingin sól.
Forsetin visti ikki, at blaðmaðurin, sum eitur Peter Wallsten, hevur eina eygnasjúku, sum ger, at hann noyðist at ganga við sólbrillum. Tað fekk hann at vita seinni, og dagin eftir tók Bush telefonina og bað blaðmannin um umbering.
-Eg eri ikki illur inn á hann. Men tað argaði meg, at hann svaraði ikki spurninginum, sum eg setti honum, sigur Peter Wallsten við AP.