Bush biður iranar koyra stýrið frá

Amerikanski forsetin bað í gjár iranska fólkið seta seg upp ímóti stýrinum í Teheran -Tit hava rætt til at liva undir einari stjórn, sum lurtar eftir tykkum og virðir tykkum. Tað hava tit ikki nú, og tí biðja vit stýri tykkara lurta eftir tykkara vilja og svara fyri seg, segði George W. Bush, sum er á rundferð í Miðeystri.

Amerikanski forsetin kallaði iranska stýrið ein stuðul hjá altjóða yvirganginum og ta størstu hóttanina ímóti trygdini í Miðeystri.

Upprunaliga høvuðsmálið við ferðini í Miðeystri vara at skapa linna ímillum Ísrael og palestinar, men tann spenta støðan millum USA og Iran hevur sett sín dám á ferðina, siga politiskir eygleiðarar.