Bush til Miðeysturs í januar

Amerikanski forsetin fer í næsta mánað til Miðeysturs. Tað verður hansara fyrsta ferð hagar Endamálið við ferðini er at vísa, hvussu stóran dent George W. Bush leggur á royndirnar at fáa varandi frið millum ísraelsmenn og palestinar, og at okkurt munagott kemur burturúr, áðrenn hann fer úr Hvítu Húsunum.

Á friðarráðstevnuni í Annapolis herfyri samdust ísraelsmenn og palestinar um at fara undir friðarsamráðingar við tí fyri eyga, at palestinar fáa egið ríki um eitt ár.

Á ferðini í Miðeystri skal Bush hitta ísraelsku og palestinsku leiðararnar umframt politisku leiðararnar í øðrum londum í Miðeystri.