Síggi at Leivur Hansen ger viðmerkingar í Dimmu fríggjadagin 19. sept. til eitt lesarabræv í Dimmu 17. sept. Hugaligt at onkur endiliga torir at taka busleiðina í Havn alment uppá tunguna. Veit eisini at Jógvan Arge mutaði ímóti "nýggju" bussleiðini fyrr í ár. Hóast Leivur og Jógvan eru í andstøðu í býráðnum og kanska bara skulu vera ímóti eins og vanligur politiskur siður er her í landinum og skora nakrar bíligar atkvøður, so er tað gott allíkavæl, at onkur hevur eina meining um evni. Havi við áhuga lisið tað mesta av tí, ið er skrivað um bussleiðina síðani býráðið bjóðaði leiðirnar út til privat at reka.
Hjá undirritaða hevur bussleiðin verið sera hent seinastu árini, ikki minst tí eg búgvi og arbeiði uttan fyri býin, umframt tann veruleikan at eg rætt og slætt ikki havi nakran áhuga í at eiga bil og allar trupulleikarnar, ið standast av einum slíkum - ikki minst teir fíggjarligu. Bussleiðin er ikki dýr at brúka eftir míni metan, og buss-arnir eru rættuliga álítandi við kompetentum sjaførum fyri tað mesta, so tað er ikki tað, ið fær meg at skriva hesar reglurnar.
Men tað er, sum "Bussferðamaður" skrivar í sínum lesarabrævið 17. sept., at leiðirnar eru snøgt sagt ikki nøktandi longur - um tær nakrantíð hava verið tað. Eg hugsaði mítt, tá eg hoyrdi borgarstjóran fyrr í ár í fjølmiðlunum aftan á nýggju bussavtaluna ógvuliga skrásikkurt breggja sær av, at býurin nú hevði fingið eina betri bussleið fyri minni pengar - og øll sum mutaðu ímóti vóru bara órealistisk grenj. Tað er jú tað reina møsn, og tað veit Jan Christiansen eisini væl - ella tað burdi hann í hvussu so er. Tað ber snøgt sagt ikki til at spara 3,5 mió. uppá eina bussleið, sum longu áðrenn hetta var ónøktandi og vænta, at nú verður hon betri!?! Tað kanst tú billa inn í ommu tína, Jan! Møguliga fingu tey á Argjum eina betri tænastu, og alt gott um tað, men hvat við øllum hinum? Ikki minst tey í Hoyvík? Tænastustøði har er elendigt í løtuni, sum eisini "Bussferðamaðurin" væl lýsir í sínum lesarabrævið. Hatta er bara Føroya Tele taktikkurin umaftur, tey kunnu ikki geva øllum brúkarum eitt betri tilboð uttan at takað nakað frá øðrum samstundis. Tað er bara ikki nakað veruligt tilboð!
Veruleikin er, at flestallir býráðslimir, núverandi og fyrrverandi, nærum ongan veruligan áhuga hava í bussleiðini til "vanliga fólki". Havi sjálvur práta við býráðslim, sum bara dugdi at síggja bussleiðina sum krónur og oyrur - eina útreiðslu. Tænastan til borgaran og nøkur visjón um bussleiðina var ikki at hóma. Eg meini so við, hvør býráðslimur brúkar bussin dagliga - fyri ikki at tosa um í vikuskiftinum? Hevur tú nakrantíð sæð nakran teirra í einum býbussi? Og munnu børn teirra ikki eisini verða koyrd har tey skulu í bili? Um teir altso ikki búgva mitt í býnum (undantikið Leivur Hansen sum er ein brandur at ganga!) og als ikki hava slíkar trupulleikar sum vit vanligu útjaðaraborgarar. Hví skulu vit hoyra býráðið gremja seg um nógva trafikkin og skitnað býin, tá tey ikki sjálvi vilja vera við til at skapa býnum eitt veruligt alternativ?
Núverandi og fyrrverandi bussleið er einki sum bara líkist einum veruligum alternativi til alt ov nógvu ferðsluna í býnum. Tosað verður bara um krónur og oyrur - sum sjálvandi eru týdningarmiklar, men álvaratos, væntar nakar í býráðnum, at bussleiðin skal geva yvirskot? Hetta er ein tænasta, sum vit havnarborgarar gjalda skatt fyri og hava krav uppá.
Kann býráðið bara umrøða bussleiðina sum krónur og oyru? Eru ongar visjónir um at veita eina betri tænastu - eg hugsi serliga um eina øðrvísi tænastu? Vælsignaði hugsið nýtt og annarleiðis. Bussarnir sum koyra í Havn eru yvirhøvur ikki egnaðir at koyra her. Teir eru alt ov stórir og fara illa við býnum, koyra á annanhvønn kant og skulu bíða leingi við hvørt horn og hvørja útkoyring fyri at sleppa víðari. Onkutíð mást tú beundra sjaførarnar, sum koyra dagliga undir slíkum umstøðum og harumframt berjast við ein alt ov samanpressaðan tíðarplan. Hví ikki hava fleiri smærri bussar, sum koyra oftari (kanska ikki neyðturvuliga eftir einum ávísum minutttali) og longri um dagarnar - hvønn dag í vikuni? Er tað veruliga so nógv dýrari? Onkur størri bussur kundi koyrt um morgunin og seinni um dagin í samband við skúlagongd og arbeiði. Hví ikki eitt sindur av fleksibiliteti? Skulu bussarnir vera so stórir, bara tí onkrir barnavognar skulu uppí av og á? Tað má kunna loysast onkursvegna, tí sjálvsagt skulu fólk við barnavogni hava henda góða møguleikan. Tímir býráðið bara ikki at hugsa nýggjar leiðir og um at veita borgarunum, sum av ymsum orsøkum ikki hava bil - eitt nú børn, lesandi, gomul v.m. - eina betri tænastu? Har er kanska ikki stórvegis av atkvøðum at heinta?
Ein heilt annar trupulleiki við bussleiðini í Havn er, at hon er komin alt, alt ov seint. Tað er næstan ongin bussmentalitetur av tí sama, og tað er nærum vónleyst at uppbyggja ein tílíkan, tá býráðið ikki tekur spurningin í álvara og hevur nakað veruligt at bjóða sínum borgarum. Hevur eingin samgongulimur í býráðnum nakra sum helst meining? Er tað bara fíggjarnevndin sum avgerð alt, tí býráðið bert má hugsa um pengar? Tosa um tunnlar til Havnar og stór, dýr parkeringspláss mitt í býnum. Hví ikki gera okkurt munagott - og kanska enntá bíligari - við bussleiðina fyrst heldur?