Felagið hevur fingið navnið Bústaðarfelagið Heimbýli, og fer tað longu í dag at bjóða íbúðirnar í Dalabú við Dalavegin út. Tilsamans eru 44 íbúðir, sum allar eru klárar at flyta inn í.
– Eftirspurningurin eftir bústøðum, ikki minst leigubústøðum, er stórur í kommununi. Býráðssamgongan hevur sett sær fyri, at Tórshavnar kommuna skal vera ein rúmlig kommuna við bústaðarmøguleikum fyri øll. Og við hesum felagnum og hesum nýggju íbúðunum fáa vit ein bústaðarmøguleika afturat í høvuðsstaðnum við einum tryggjaðum prísstøði, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
– Vit mugu dagføra bústaðarmarknaðin í kommununi, og vit sum høvuðsstaðarkommuna eiga at ganga undan. Vit hava nógvar ætlanir á hesum økinum, tí tað hevur alstóran týdning at útvega almennar leigubústaðir. Hesar íbúðirnar í Dalabú eru bara fyrsta stig á leiðini hjá bústaðarfelagnum, sum eisini skal veita onnur tilboð um leigubústaðir í allari kommununi, sigur Anja Weyhe, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Leiguprísurin verður úr 8.214 krónum um mánaðin fyri tær minstu íbúðirnar upp í 13.578 krónur fyri tær størstu íbúðirnar.
Fríggjadagin verður skipað fyri framsýning av íbúðunum.
– Hetta er fyrsta bústaðarfelagið av sínum slag í Føroyum og eitt týðandi frambrot innan bústaðarbygging. Við Dalabú sum fyrstu verkætlan hevur felagið eitt sera gott og burðardygt byrjanargrundarlag, sum gevur góðar møguleikar fyri vøkstri. Felagið kann gerast ein týðandi partur av loysnini upp á bústaðartørvin. Vit eru sera spent at fylgja gongdini og síggja, hvussu felagið fer at menna seg í framtíðini, sigur Jógvan Ósa, stjóri í Bústøðum og nevndarformaður í Heimbýli.
Íbúðirnar við Dalabú fara nú í útboð, og tað verður eftir listanum hjá Bústøðum.
Í løtuni standa 1.374 fólk á bíðalista hjá Bústøðum. Av hesum ynskja 1.283 bústað í Suðurstreymoy.
Fyrsta nevndin vald
Á stovnandi aðalfundinum varð fyrsta nevndin í felagnum eisini vald.
Viðtøkurnar fyri felagið siga, at Bústaðir skulu velja tveir nevndarlimir, Tórshavnar kommuna tveir nevndarlimir, og so skulu Bústaðir og kommunan í felag velja ein fimta nevndarlim.
Í nevndini eru Birita í Dali, deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu, Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðari í Bústøðum, og fimti nevndarlimurin er Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA.
Formaður í nevndini er Jógvan Ósá.
##med2##
##med3##
##med4##














