Bústaðarneyðin er ein av størstu samfelagsligu avbjóðingunum í Føroyum í dag. Bústaðir megna ikki at nøkta tørvin, ið samfelagið hevur. Borgarar hava torført at ogna sær eitt heim bæði til keyps og leigu.
Alneyðugt er at hava eitt praktiskt sjónarhorn á veruliga tørvin og byggja hareftir. Neyðugt er við nýhugsan á bústaðarmøguleikunum, við atlit til tørvin vit hava í dag. Vit skulu ikki bara byggja so flott sum gjørligt og enda við ovurstórum leigu- og keypsprísum, ið fólk ikki megna at gjalda.
Vit mugu eisini seta sjóneykuna á pensjónistar, lesandi og einlig við lágum fíggjarligum rásarúmi. Teirra tørvur er ikki ovurstórar íbúðir, ið kosta tað hvíta úr eygunum og geva ov lágan tøkupening at liva fyri. Vit mugu byggja bíligari og hugsa í alternativum bústaðarloysnum, ið hóska til okkara samfelag.
Tað eru ikki øll, ið ynskja eini stór sethús, búgva í Tórshavn ella á bygd. Vit hava øll fjølbroyttan tørv, ynski og fíggjarligan kapasitet. Tískil er neyðugt at byggja fjølbroytt. Íbúðarflokkar/raðhús/bústaðareindir av ymsum slag og stødd, ið eisini kunnu verða serætlaðar til ungdóm, støk, barnafamiljur, men eisini til okkara eldra ættlarlið. Á hendan hátt kann skiljast millum lestrarumhvørvi, umhvørvi til barnafamiljur og umhvørvi til tey eldri, sum eru ov væl fyri at fara á ellisheim, men ikki megna ella ynskja stór hús longur. Tey kunnu hava tørv á ymiskari røkt. Harvið skulu røktarfólk knýtast at økinum, so starvsfólkini kunnu varða betur av íbúgvarunum, enn um tey vóru spjadd ymsastaðni í landinum. Á hendan hátt kunnu vit skapa integrerað bústaðarøkir, ið økja um trivnaðin í grannalagnum.
Byggja vit meira fjølbroytt, økja vit um útboðið og minka um ovurstóra eftirspurningin. Á hendan hátt kunnu vit eisini skapa eitt rúmligt samfelag, ið hevur kapasitetin at taka ímóti teimum, ið ynskja at venda aftur til klettarnar, flyta heimanifrá, ella niður í nakað minni. Á hendan hátt verður gjørligt at fáa tamarhald á ovurstóru keypsprísunum, ið eru eitt beinleiðis úrslit av einum ovurstórum eftirspurningi, sum vit ikki hava tamarhald á.
Á privata bústaðarmarknaðinum skal leigunevndin styrkjast og verða sjónligari. Neyðugt er við eftirlit við bústaðareindunum, ið verða leigaðar út. Vit skulu tryggja, at fólk búgva undir hóskandi og heilsugóðum umstøðum fyri ein rímiligan prís. Harumframt skal tað verða gjørligt at fáa skattafrían bústaðarstuðul, sum ikki kann mótroknast frá pensjón ella frá øðrum almennum veitingum.
Bústaðarpolitikkurin skal raðfestast. Eg ynski, at vit arbeiða meira miðvíst, áhaldandi og við nýhugsan framyvir. Á hendan hátt kunnu vit loysa bústaðartrotið og tryggja rættin til ein bústað – eitt heim. Vit hava ikki ráð til, at bústaðarneyðin heldur fram.
Vinarliga
Amanda Elisabeth Garðalíð, valevni fyri Javnaðarflokkin












