Fleiri fingu klipp í koyrikortið

Og aftur í nátt hevur løgreglan klipt nummarplátur av bilum

Løgreglan fekk fleiri grindaboð í gjár. Tað var um grind, sum varð sædd út fyri Slættanes, og um grind, sum var sædd út fyri Leirvík. Tá grindaformaður fór at leita eftir grindini í Leirvíksfirði, mátti hann bara staðfesta, at hann sá onga grind. Og grindin, sum varð sædd út fyri Slættanes vísti seg at vera ein bólkur av springarum.

Tá ferðslupatruljan hjá løgregluni var úti gjár, varð ein bilførari tikin fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi bil. Tað kostar honum bæði bót og klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar. Um hálgvumsekstíðina var ein bilførari tikin fyri at koyra 106 km um tíman á Fuglafjarðavegnum. Tað kostar honum klipp í koyrikortið og eina bót. Ein annar bilførari var á sama strekki tikin fyri at koyra 109 km um tíman. Tað fær hann eisini klipp í koyrikortið fyri umframt bót. 

Á landsvegnum í Hvalvík var ein bilførari tikin fyri at koyra 108 km um tíman. Hann fær eisini klipp í koyrikortið umframt bót. Og á tunnilsvegnum niðan móti Kollfjarðatunlinum var ein tikin fyri at koyra 109 km um tíman. Tað fekk hann hann eisini klipp í koyrikortið fyri umframt bót.

Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti og klipt nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur goldið trygging ella vegskatt ella ikki verið til sýn.