Eldur í russiskum oljureinsiverki

Í dag verður eisini sagt frá um ukrainskt dronuálop á russiska býin, Belgorod, sum liggur við markið til Ukraina

Enn einaferð hevur tað eydnast ukrainska herinum at leypa á eitt russiskt oljureinsiverk.

 

Reuters veit at siga, at stóreldur er eftir eitt ukrainskt dronuálop, og talan er um oljureinsiverkið Tuapse við Svartahavið.

 

Lokalir myndugleikar í vátta álopið í samrøðu við Reuters.

 

Ukrainar hava fleiri ferðir áður lopið á oljureinsiverkið Tuapse.

 

Í dag verður eisini sagt frá um ukrainskt dronuálop á russiska býin, Belgorod, sum liggur við markið til Ukraina.

 

Sagt verður, at tvey fólk eru dripin og trý særd, og tað er Belgorod-guvernørurin, Vjatsjeslav Gladkov, sum er kelda til tíðindini.