ES stúrir fyri lekum til Russlands

ES-nevndin er "álvarsliga stúrin" um eina grein í The Washington Post um vikuskiftið.

Ein dulnevndur ES-embætismaður sigur, at ungarski uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, hevur havt tætt samband við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í áravís.

Sambært blaðnum helt ungarski uttanríkisráðharrin Lavrov kunnaðan um samrøður í ES. Hetta varð sagt at vera hent í eini tíð, tá Russland var í kríggi við Ukraina.

– Vit vænta, at ungarska stjórnin fer at kemur við eini frágreiðing um málið, sigur talskvinnan hjá ES-nevndini, Anitta Hipper.

Ungarski uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, hevur víst søguni aftur.

 

Ritzau/AFP