Tað segði venjarin hjá HM-vertunum, Carlos Alberto Parreira, eftir dystin í gjár.
2-1 sigurin var tann fyrsti hjá Suðurafrika í kappingini, men var ikki nokk til at steðga teimum í at gerast tann fyrsta vertstjóðin nakrantíð, sum rýkur út í bólkaspælinum.
- Eg eri errin av dreingjunum. Teir hava gjørt landinum stóran heiður, segði Parreira.