10 ára gamli spælifilmurin hjá Katrini Ottarsdóttir »Bye Bye Blue Bird« við Hildigunn Eyðfinnsdóttir, Sigri Gaïni og Johan Dalsgaard er nú aftur at fáa á DVD.
Filmurin vann í sínari tíð ikki fleiri heiðurslønir á ymsum filmsstevnum í Týsklandi, Fraklandi og Hollandi. Av hesum heiðurslønum er serliga vert at nevna »Tiger Award« - høvuðsvirðislønin á Rotterdam International Film Festival. Bye Bye Blue Bird var tá tann fyrsti »danski« filmurin ið nakrantíð hevði verið í kapping á hesi stevnu.
- Í fleiri ár hava fólk - føroyingar sum útlendingar - til fánýtis spurt eftir filminum. DVD-útgávan varð útseld fyri fleiri árum síðani, og vit hava einki kunnað gjørt við tað, tí vit eingi rættindi hava til filmin, hvørki so ella so. Danska filmsfelagið, Bech Film, ið stóð fyri framleiðsluni, fór á heysin stutt eftir at filmurin varð gjørdur (tó var tað ikki orsaka av BBBB), og distributiónsfelagið Angel Film í Keypmannahavn eigur nú øll rættindi til filmin. Í fleiri ár hava vit heitt á Angel Film at prenta filmin uppaftur, men teir hava ikki verið - og eru framvegis ikki - áhugaðir at gera tað, sigur Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri.
- Herfyri eydnaðist okkum so at uppsporað eitt »norskt« restupplag upp á nøkur hundrað eintøk. (Sjálvur filmurin er tó á føroyskum, einans kápan er norsk.) Hetta restupplag, ið annars var á veg á bukkvald, hava vit fingið loyvi frá distributørinum at selja í Føroyum - og bera tykkum tískil hesi (vónandi) góðu tíðindi, sigur hon.
Fløgan hevur danskar, norskar, svenskar og finskar undirtekstir. Hon fæst til keyps í bókahandlunum í Havn, og í plátuhandlunum Tutl og Expert.