Byggja 45 nýggjar leiguíbúðir í Havn 

Privat felag fer at byggja leiguíbúðir við útsýni yvir allan býin 

NN Holding, sum eigur MARK, skal byggja 45 leiguíbúðir á Oyggjarvegnum í Havn.

 

Íbúðirnar verða millum 60 og 114 fermetrar til støddar, við einum, tveimum ella trimum kømurum. Harafturat verða eisini íbúðir til rørslutarnað. 

 

Tá ið verkætlanin er liðug, helst seint í 2022, fara um 100 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar við Oyggjarvegin í Havn.

 

Bygningarnir verða í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir við frálíkum útsýni yvir allan býin og allan Nólsoyarfjørð.

 

##med2##

 

Á økinum, har íbúðirnar verða bygdar, verður ríkiligt av parkeringsbásum. 

 

– Tey, ið vilja vita meira um verkætlanina og hava áhuga at búgva í eini leiguíbúð á Oyggjarvegnum, kunnu longu nú skriva seg upp til íbúðirnar á heimasíðuni mark.fo, sigur Gordon Rajani, stjóri í Mark, sum skal byggja, eiga og umsita íbúðirnar.

 

NN Holding eigur og rekur MARK, sum hevur bygt íbúðirnar í Marknagili í Havn og undir Kongavarða á Argjum. Í nevndini í NN Holding eru Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Gordon Rajani. 

 

– Samstarvið við Tórshavnar kommunu hevur verið sera gott, og kommunan hevur arbeitt miðvíst við loysnum fyri at fáa hesa verkætlan til at bera til, soleiðis at fleiri íbúðir verða tøkar í Tórshavnar kommunu, sigur hann. 

 

##med3##

 

##med4##