Byggja nýggja Mylnu á Berjabrekku

Og kommunulæknarnir flyta úr Miðlon niðan á Berjabrekku

 

Um dagarnar varð nýggjur bygningur reistur á Berjabrekku í Havn. Tað er Mylnan, sum byggir út.

P/F Fastogn eigur bygningin, sum SMS leigar til Mylnuna og framleigar til kommunulækna.

Niels Mortensen, stjóri í SMS sigur, at Mylnan skal flyta inn í nýggja bygningin.

– Talan verður um ein spildurnýggjan bygning og ein heilt nýggjan handil, sum vónandi klárar at lata upp í ár, sigur Niels Mortensen.

Gamli bygningurin verður eisini høvuðsumvældur, og kommunulæknarnir flyta so inn har, sum handilin er í dag og fara eisini at hava alla ovaru hæddina.

Í kjallaranum, har sum bakaríið hjá Mylnuni var áður, verður goymsla hjá SMS samtakinum.

Niels Mortensen sigur, at handilin ikki verður størri. Tí fyri at hava opið sunnudag, so má ein handil ikki vera størri enn 250 fermetrar.

– Og tí verður handilin 250 fermetrar, sigur hann.

Tað var Per Poulsen, bakari, sum í 1977 stovnaði Mylnuna sum bakarí. Hann bygdi seinni bygningin á Berjabrekku. Seinni hevur SMS fyrst keypt bæði virksemi og bygningin á Berjabrekku.

Bakaríið flutti fyri nøkrum árum síðani oman í Miðlon á Hálsi.

Hølini til kommunulæknarnar vera klár einaferð næsta ár, sigur Niels Mortensen.