Býráðslimur í Havn leigar Sea Shepherd hús

Øll eru vælkomin til mín, eisini Sea Shepherd, sigur Bogi Andreasen


Øll eru vælkomin at leiga frá mær, eisini Sea Shepherd.

Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn.

 

Hann eigur eini hús í Skálavík og tey húsini hevur umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd nú leigað ímeðan tey eru í Føroyum í eini roynd at steðga grindadrápi.

Og tað hevur vakt ans í Sandoy, at ein býráðslimur hýsur umboðum fyri Sea Shepherd.

Men sjálvur leggur Bogi Andreasen einki í, hvat fólk halda í hesum føri.

 

Tað er rætt, at vit eiga eini hús í Skálavík. Talan er um húsini hjá verfaðir, sum vit hava keypt og sum vit leiga út, sigur Bogi Andreasen.

Hann sigur at tað er kunningarstovan í Sandoy, sum umsitur húsini.

 

- Nakað síðani ringdu  tey á Kunningarstovuni til mín og søgdi at tey høvdu fingið ein fyrispurning frá Sea Shepherd um at fáa húsini til leigu í summar.

Bogi Andreasen sigur, at á Kunningarstovuni hava tey helst hildið, at hetta var eitt sindur umstrítt leigumál, og tí vildu tey ikki leiga teimum húsini, fyrrenn tey høvdu spurt.

 

- Eg svaraði, at eg havi als einki ímóti at leiga teimum húsini, sigur Bogi Andreasen og sostatt búgva umboð fyri Sea Shepherd í teimum í hesum døgum.

Býráðslimurin í Havn sigur, at fyri tað um hann hevur leigað Sea Shepherd húsini, merkir ikki, at hann tekur undir við felagsskapinum.

 

- Tað geri eg undir ongum umstøðum, og eg taki heldur ikki undir við teirra framferð, leggur hann afturat.

 

Men hann sigur, at øll eru vælkomin at leiga frá sær, eisini Sea Shepherd.

- Eg havi einki ímóti at leiga húsini út. Tað er eisini ein fíggjarligur spurningur at leiga húsini út og har eru øll vælkomin, eisini Sea Shepherd.

 

Bogi Andreasen sigur, at hann tekur fult undir við teimum sum siga, at vit skulu vera blíð ímóti Sea Shepherd fólkunum og taka væl ímóti teimum.

Hann er eisini vísur í at hevði hann noktað at leiga teimum húsini, høvdu tey eisini brúkt tað ímóti føroyingum.

 

Bogi Andreasen heldur, at vit skulu ikki gera okkum inn á Sea Shepherd á nakran hátt.

Tvørturímóti tekur hann undir við teimum sum halda, at føroyingar áttu at farið í hernað fyri at bjarga grindahvalinum undan allari dálkingini, sum er við at forkoma honum.