Býráslimir til Íslands á skeið í at vera býráðslimir

Tórshavnar kommuna skal í morgin taka støðu til, umbýráðslimirnir skulu sendast til Íslands á skeið í at vera kommunupolitikari.

Tað er Kommunufelagið, sum skipar fyri skeiði í Íslandi fyri kommunustýrislimri – bæði nývaldar og afturvaldar limir, sæst í fundarskránni hjá Tórshavnar býráð fyri fundin í morgin.

Endamálið við hesum skeiði í Íslandi er at »styrkja kommunustýrislimirnar í leikluti teirra sum kommunupolitikkarar og at geva teimum førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, ið kommunurnar hava nú og framyvir«, stendur í málstilfarinum til býráðsfundin í morgin.

– Harumframt at viðgera grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikkaranum, eins og løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikkarar og fyrisiting.

Í tilfarinum stendur eisini, at ferðin krevur góðkenning frá fíggjarnevndini og býráðnum.

Fíggjarnevndin samtykti 22. januar 2025 at góðkenna ferðina og beina málið í býráðið.

Upplýst verður ikki í tilfarinum, hvussu nógv tað kostar Tórshavnar býráð at senda allar 13 býráðslimirnar til Íslands á hetta skeiði.