SMS: Kyndil og Neistin vunnu greiðar sigrar

Øll liðini í SMS-deildini hava verið í eldinum í dag

Mynd: Álvur Haraldsen

Tveir dystir í SMS-deildini eru leiktir í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil greitt 37-29 á VÍF. Í fyrra hálvleiki gav VÍF kyndilskvinnum ein skarpan gang. Í steðginum var Kyndil á odda við bert einum máli, 16-15. Tá 45 minuttir vóru leiktir hevði Kyndil økt leiðsluna til 28-21. Eftir tað vóru ongantíð færri enn seks mál á muni.

 

Turið Arge Samuelsen var sum so ofta fyrr stórskjútti hjá Kyndli. Í kvøld skoraði Turið 12 ferðir. Heimafturvenda Lív S. Poulsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Neistin stórsigur 32-12 á Stjørnuni. Í steðginum var løst og liðugt. Tá vóru neistakvinnur á odda 18-6.

 

Jancy J. Poulsen var við seks málum toppskjútti hjá Stjørnuni. Við sjey málum hvør vóru Ró Reginsdóttir og Helena Dahl Magnusardóttir toppskjúttar hjá Neistanum.

 

Fyrr í vann H71 37-20 (17-12) á StíF í høllini á Skála, og EB vann 26-22 (14-7) á VB í høllini við Streymin. 

 

HER ber til frá HSF at síggja báðar dómaraseðlarnar frá dystunum, ið vóru leiktir í kvøld:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Álvur Haraldsen