Samferðslupolitikkur eigur at verða einfaldur: “At binda landið saman til gagns fyri øll!”.
Tá ið vit politikarar, renna av øllum alvi fyri at heingja plakatir av okkum sjálvum upp, so velja vit bestu støðini fyrst – lægst hangandi fruktirnar.
Tí skulu vit sjálvandi eisini henta tær lægst hangandi samferðslufruktirnar fyrst!
Ein av verkætlanunum, sum við einari avmarkaðari íløgu kann gera ein ovurhonds stóran mun fyri fólki og ferðsluna í bygdunum á Kunoynni, er dagføring og liðuggerð av byrgingini um Haraldssund sum leingi hevur staðið á skránni.
Samanbera vit við aðrar nýggjar landsverkætlanir, síggja vit eisini eina greiða mynd.
Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru góð og neyðug átøk, tí eisini smáar bygdir skulu hava tryggar samferðsluloysnir. Men samstundis er talan um tunnlar til bygdir við fáum íbúgvum.
Tí skal eisini vera pláss fyri verkætlanum, har ein munandi minni íløga gagnar nógv fleiri borgarum.
Tá vegir og sambond virka, kunnu fólk búgva í einum stað og arbeiða í einum øðrum.
Tað gevur frælsi, møguleikar og lív hjá fólki kring alt landið.
Tí skal byrgingin um Haraldssund verða dagførd í komandi valskeiði!
Tað er ein lítil verkætlan í tí stóra samanhanginum – men ein stórur munur fyri tey, sum brúka hana hvønn dag.
Anfinn í Toft
Valevni fyri Tjóðveldi











