Súkkling
Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum skipar fyri kappingini, sum er einasta etapukappingin her á landi. At talan er um etapukapping merkir eisini, at kappast verður um fleiri heiti. Bæði um bláu føraratroyggjuna, ið fremsti súkklarin í kappingini ber, og um fjallatroyggjuna.
Fyrsti teinurin, sum verður súkklaðir í dag, er ein einkultstartur upp á 8 kilometrar. Hesin byrjar og endar á Statoilstøðini í Klaksvík, haðani súkklað verður til Haraldssund og aftur.
Hinir teinarnir, sum skulu súkklast, eru:
Eysturoy (105 km): Oyri – Norðskála - Ljósárir – Eiðisskarð – Funningur – Funningsbotn –Oyndafjørður– Skálabotn - undir Gøtueiði – Gøta - Leirvík – Gøta – Runavík – Toftir - runt Agnið - Statoilstøðin á Saltangará
Sandoy (22 km einkultst): Statoilstøðin, um brúnna á Sandafløttinum, Traðadalur, Statoilstøðin.
Suðuroy (77 km): Tvøroyri – Øravík – Fámjin – Øravík – Hov – Porkeri – Vág – Lopra – Sumba, um Hestin, Sumba, Vágur.
Streymoy (120 km): Tjørnuvík – Saksun - Sundalagið – Kollafjørður – Oyggjarvegin – Tórshavn – Ringvegur – Gomlu rætt – Tórshavn –Áargeil – Gundadalsvegnum – R.C. Effersøesgøtu – vestara Ringvegi – Áargeil – Gundadalsvegur. Teinurin í Tórshavn verður súkklaður 4,5 ferðir.
Tilsamans eru 18 súkklarar teknaðir til kappingina. Teirra millum er vinnarin frá í fjør, íslendski Hafsteinn Ægir Geirsson, sum sjálvandi ætlar sær at verja heitið.