- Arbeiðið upp á Hvalbiartunnilin byrjar í 2018.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nú fíggjarlógin er løgd fram, stendur annars, at arbeiðið byrjar ikki fyrrenn í 2019.
Men Henrik Old sigur, at hetta er misvísandi, tí hetta er eftir eini gamlari íløguætlan. Men nú Viðareiðistunnilin var liðugur eitt ár áðrenn mett varð, merkir tað eisini, at Hvalbiartunnilin er framskundaður eitt ár.
Sostatt skal ein nýggj íløguætlan gerast, har farið verður undir Hvalbiartunnilin í 2018 og sostatt gongur tað sína vanligu gongd.
Tað tekur tvey ár at bora, og so ræður bara um at gera vegirnar klárar. Henrik Old sigur, at nógv tilfar til vegin fæst úr sjálvum tunlinum.
Henrik Old sigur, at í løtuni verður arbeitt við at projektera tunnilin og í tí sambandi fer hann á fund við bygdaráðið í Hvalba um linjuføringina. og tann fundurin verður fyrsta dagin.
Hann sigur, at tvær linjuføringar eru settar út í kortið og hann væntar heilt vist, at hvalbingar fara at vera væl nøgdur við onkur av uppskotunum, í hvussu so er trongisvágsmegin. Spuringurin er so, hvar tunnilsmunnin skal vera hvalbiarmegin.
Endamálið er at gera inntakið liðugt, tí tá ið tað er avgreitt, ber tað til at fara víðari við at rokna prísir út og at gera útbjóðingartilfar.
Tað arbeiðið verður liðugt næsta ár, og so skal arbeiðið bjóðast út við tí endamáli at byrja upp á arbeiðið í 2018.