Byrsumaður hótti børn á vegnum

Ein maður gekk við byrsu millum húsini í Miðvági og hótti børn, sum komu framvið. Løgreglan tók mannin, men hann varð ikki fongslaður

Western

Miðvági:Nøkur børn, sum mánakvøldið vóru á veg til venjing við barnakórinum í Miðvági, vórðu hótt av byrsumanni á vegnum. Løgreglan tók mannin, men mátti lata hann leysan aftur.
Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum, sigur, at løgreglan fekk fráboaðn um hendingina mánakvøldið og fór eftir manninum.
Tá løgreglan fann mannin, var hann í einum bili, har bilførarin hevði fingið tosað hann til rættis og sissað hann. Maðurin varð beinanveg tikin.
Sýslumaðurin sigur, at talan var um ein mann, sum gekk á vegnum í Miðvági við eini duplett, sum hann peikaði eftir fólki við. Hann hótti børn, sum gingu á vegnum, við at skjóta tey.
Tá løgreglan fann mannin, var byrsan ikki lødd, sigur sýslumaðurin, og løgreglan veit heldur ikki, um hon hevur verið tað yvirhøvur.
?Men slíka hóttan meta vit sera álvarsliga kortini og í øllum førum so grova, at vit vildu hava manning fyri rættin og varðhaldsfongslaðan beinanveg, sigur Regin Jespersen, sýslumaður.
Men tað vildu løgfrøðingarnir hjá ákærumyndugleikanum ikki, sigur hann. Teir mettu ikki, at grundarlag var fyri varðhaldsfongsling, tí byrsan var ikki lødd, tá maðurin varð tikin.
Kortini sleppur maðurin ikki undan ákæru, hóast hann enn gongur leysur, væntar sýslumaðurin. Tí slíkt er so mikið groft lógarbrot, at sak verður reist.
Heldur ikki er tað fyrstu ferð, maðurin er í holt við løgrelguna, sigur Regin Jespersen. Hann er gamal kenningur, sum teir plaga at siga í slíkum føri.
?Ein aldeilis góður kenningur hjá okkum, leggur hann afturat.