Cafékvøld í Gamla Reinsarínum

OD-bólkurin úr Studentaskúlanum í Hoydølum skipar í kvøld fyri stórum cafékvøldi í Reinsarínum í Tórsgøtu til frama fyri ársins OD-verkætlan í vestafrikanska landinum Niger. Nógv stór nøvn sum Jens Marni og Hanus G. Johansen vera á skránni í kvøld, tá ið dyrnar kl. 19 lata upp í Gamla Reinsarínum og hervið er ivaleyst lagt upp til eitt sera áhugavert kvøld.

 

Nógvir eru trupulleikarnir í Niger. Yvir 60 prosent av fólkinum livur fyri undir ein dollara um dagin og landið hevur heimsmetið í analfabetismu ? yvir 85 prosent av íbúgvum Nigers duga hvørki at lesa ella skriva.

Nigerska stjórnin hevur ikki ráð at gera skúlar og útbúgvingarstøðið í Niger hevur sostatt verið óbroytt seinastu tjúgu árini. Væntandi útbúgvingarstøðið Nigers hevur í mong ár verið við til at halda landinum niðri og forða fyri, at menning hevur verið.

Eins og undanfarnu árini fokuserar OD á útbúgving sum ein vegur úr stóra fátækradøminum. Hjálparfelagsskapurin vil fegin hjálpa Niger til at klára seg sjálvt, men Niger hevur bert tørv á eini hjálpandi hond at teiða tey rætta vegin, sum tey siga. Við Niger-verkætlanin er lagt upp til at byggja 19 nýggjar skúlar, sum skulu hjálpa í minsta lagið 2100 børnum at læra at lesa og skriva. Fokus verður serliga lagt á at fáa gentur og nomadudreingir í skúla, tí tað vanliga eru hesir bólkar, sum hava trupult við at passa eina vanliga skúlagongd í almennu skúlum Nigers.

 

Atgongumerki kosta 40 kr og verða til sølu við dyrnar.