Sigur í fyrsta kappingardystinum hjá Ara Olsen fyri Vendsyssel

Ari Olsen byrjaði inni í fyrsta kappingardystinum fyri Vendsyssel FF

Mynd: Vendsyssel FF

Aftaná fitt av venjingardystum í februar og januar spældi Ari Olsen fyrr í dag fyrsta kappingardystin fyri Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Vendsyssel vann á heimavølli 2-1 á Brabrand, ið hevði John Frederiksen í hópinum undan nýggjárinum. 

 

Brabrand legði seg á odda longu í 10. minutti. Men í 22. minutti javnaði Magnus Munck til 1-1, og 12 minuttir seinni skoraði Adam Vendelbo sigursmálið hjá Vendsyssel.

 

Vendsyssel er fjórðfremst í deildini við 30 stigum. 

 

Sunnudagin 15. mars klokkan 12 spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti Næstved. 

 

Ígjár vann Roskilde uttan spælitíð til Hørð H. Askham 2-1 (1-0) á Ishøj á heimavølli.

 

Roskilde er triðfremst í deildini við 32 stigum. 

 

Mynd: Vendsyssel FF