Nýggi heilsumálaráðharrin Aksel V. Johannesen skal hava rós fyri at hava borið skjótt at í málinum um CDT sjúkuna og tiltøk í hesum sambandi. Tað kann undra, at hvørki føroyskir ella danskir myndugleikar hava reagerað fyrr, tí vit hava vitað um hesa sjúku rættiliga leingi. Men nú sær tað so loksins út til, at nakað skilagott fer at henda, og hetta eiga vit sjálvsagt at fegnast um. Aksel V. Johannesen boðaði stutt herfyri frá, at Landsstýrið hevur gjørt av, at allir føroyingar eiga at fáa tilboð um at verða kannaðir fyri arvaligu sjúkuna CTD. Ætlanin er, at øll PKU-kort hjá teimum, sum eru fødd eftir 1986 verða kannað, umframt, at fólk, sum eru í familju við CTD sjúklingar, skulu kannast beinanvegin. Øll onnur fáa tilboð um at verða kannað fyri eitt lítið egingjald. PKU kortini eru, sum flestøll helst vita, royndir, ið verða tiknar av øllum nýføðingum í kongaríkinum, og eru tey í varðveitslu hjá danska serumstovninum í Keypmannahavn.
Heilsuhvørvið tykist at vera vælnøgt við hesa avgerð, og týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, sum hevur stríðst fyri, at allir føroyingar skulu vera kannaðir fyri CTD, er sera fegin um, at Landsstýrið nú ætlar at bjóða øllum at verða kannað. Hon heldur hetta vera nakað av tí besta, sum kundi henda. Tað var hon, sum upprunaliga fann sambandið millum brádligan deyða hjá føroyskum smábørnum og sjúkuna CTD.
Vit eru sostatt komin til, at politisk semja er um nøkur læknafrøðilig tiltøk og tilboð til tey, sum eru í vandabólki og annars til allar føroyingar. Nú er at bera skjótt og at koma til eina avgerð um, hvør ið skal gera hesar kanningar. Tað er, sum serfrøðingurin sigur, kanska ikki so avgerandi, hvar kanningarnar vera gjørdar, bert tær verða gjørdar og tað skjótt og væl. Her eiga fyrilit fyri teimum, sum óttast fyri at vera í vandabólki at vega tyngst. Ber tað hinvegin til heilt ella lutvíst at gera rannsóknirnar í Føroyum, so eigur hetta at verða gjørt til tess at byggja upp og at varðveita serfrøðina og førleikarnar her.
Sum vanligt í Føroyum kemur upp spurningurin, hvør ið skal gera tær kanningaar, sum møguliga skulu gerast her í landinum. Tað tykist, sum valið stendur millum Landssjúkrahúsið og Heilsufrøðiligu. Hetta valið skuldi ikki verið so trupult, tí Landssjúkrahúsið er tann stovnur, ið hevur við menniskju og teirra heilsu at gera, meðan Heilsufrøðiliga hevur ábyrgd av øðrum økjum. Tað, sum møguliga skal gerast í Føroyum, eigur tí sjálvandi at verða gjørt á Landssjúkarhúsinum. Landsstýrið ætlar eisini at gera eina klinisk-genetiska vegleiðing her í Føroyum, og eina CTD-kanningarskrivstovu. Henda kanningarstova eigur í øllum førum at verða staðsett á Landsjúkrahúsinum. Í Føroyum hava øll mál lyndi til at gerast politisk. Tað má ikki henda við hesum máli, sum nú tykist vera komið í jaliga tilgongd. Uttan mun til hvørji atlit, ið kunnu vera, so eiga atlitini fyri tí einstaka sjúkligininum og teimum sum møguliga kunnu vera í vandabólki at telja mest. Allir føroyngar munnu vera samdir ud, at Løgtingið skjótast eigur at játta neyðturvilia peniningin.