Í Týsklandi hava teir kristiligu demokratarnir hjá Angelu Merkel, kanslara fingið ein dyggan frammaná á landspartavaldinum í Baden-Württemberg í dag. Ósigurin ber í sær, at CDU missir forsetasessin í landspartinum, sum flokkurin hevur havt í næstan 60 ár.
Tíðindastovurnar skriva, at kristiligu demokratarnir hava fingið 38,2 prosent av atkvøðunum og samstarvsflokkurin FDP 5,0 prosent ella tilsamans 43,7 prosent. Hinvegin hava sosialdemoratarnir fingið 23,4 prosent og Tey Grønu 24,9 prosent ella tilsamans 48,3 prosent.
Sjónvarpið ARD sigur, at Tey Grønu kunnu fáa forsetasessin í Baden-Württemberg, og verður tað so, er tað fyrstu ferð, at flokkurin fær forsetasessin í einum landsparti.
Val hevur eisini verið í Rheinland-Pfalz. Her hava sosialdemokratarnir havt valdið, og hóast flokkurin misti atkvøður, varðveitir hann valdið saman við Teimum Grønu. Sambært forsagnunum fáa sosialdemokratarnir 36 prosent og Tey Grønu 16 prosent og sostatt meiriluta. CDU fær sambært forsagnunum 35 prosent.