Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Óla Mittún royndu seg í kvøld á útivølli í Champions League.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli 40-34 á franska liðnum, Nantes. Í steðginum var Nantes á odda 17-16, men í seinna hálvleiki vóru berlinararnir greitt omaná.
Hákun skoraði seks mál upp á sjey málroyndir, og var saman við Tim Freihöfer næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Mathias Gidsel var toppskjútti við 10 málum.
Óli og liðfelagarnir í GOG komu í eitt ódnarveður í fyrra hálvleiki í utidystinum móti Barcelona í bólki B. Barcelona var frammanfyri 25-14. Tað bleiv munandi frægari í seinna hálvleiki, ið GOG vann 18-12. Dysturin endaði sostatt 37-32 til Barcelona.
Óli skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og var saman við Lasse S. Vilhelmsen toppskjútti hjá GOG.
Vit venda aftur við samandráttum frá hesum báðum dystunum seinni í kvøld.