Champions League: Hesum møtir HB um teir koma víðari

HB skal ein túr til Ungarn, um felagið vinnur seg víðari úr undankappingini í komandi viku

Í dag hevur lutakast verið til 1. umfar í undankappingini til Champions league. HB, sum vann FM í fjør, er við í eini undankappingin saman við trimum øðrum feløgum, sum spæla um eitt pláss í undankappingini.

 

Vinnur HB fyrsta á Inter Club d'Escaldes úr Andorra, og síðani vinnaranum S.S. Folgore úr San Marino ella FC Prishtina úr Kosovo, so skal HB spæla móti Ferencváros úr Ungarn í fyrsta umfarinum í undankappingini til Champions League.

 

HB skal til Albania at spæla undankapping. Tá verða dystirnir 22. juni og 25. juni. Dystirnir í 1. umfari í Champions League verða 6.-7. juni og 13.-14. juni. Seinni í dag verður lutakastið til UEFA Europa Conference League, har bæði KÍ og NSÍ fáa at vita hvørjum tey skulu møta í 1. umfari í nýggju kappingini hjá UEFA.