Champions League: Víkingur Reykjavík vann á ísraelsku meistarunum

VAR kolldømdi mál hjá Hapoel Be'er Sheva við støðuna 1-1

Gunnar Vatnhamar var í kvøld í verjuni hjá Víkingi Reykjavík í 76 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í dysti í øðrum undanumfarinum í Champions League vunnu flottan 2-1 heimasigur á Víkingavøllinum á ísraelsku meistarunum, Hapoel Be'er Sheva.

 

Stóra hetjan hjá Víkingi Reykjavík var danski málrevurin, Nikolaj Hansen, ið skoraði bæði málini hjá heimaliðnum. 

 

Við støðuna 1-1 skoraði Hapoel Be'er Sheva, men lukkutíð fyri Gunnar og liðfelagarnar bleiv málið kolldømt. 

 

Víkingur hevði tó sigurin uppibornan. Teir høvdu sjey málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan Hapoel Be'er Sheva bert hevði tvær. 

 

Returdysturin verður leiktur ólavsøkukvøld klokkan 18.30.