Myndin omanfyri er av russiska orkuverkinum í Ust-Luga, sum eldur er í eftir eitt ukrainskt dronuálop í nátt.
Verkið liggur nærindis markinum til Estland, soleiðis sum kortið her niðanfyri vísir.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum hevur lagt kortið út og sum vísir, hvar ukrainsku dronuálopini í nátt raktu.
Russisku myndugleikarnir siga, at ukrainsku dronurnar vórðu skotnar niður, men at eldurin stóðst av leivdunum av dronunum, sum fullu niður yvir verkið.
Fyrrapartin í dag var sløkkiliðsarbeiði í gongd í Ust-Luga, har sløkkiliðsfólk royna at avmarka skaðarnar.
Russiski guvernørurin í økinum, Aleksander Drozdenko, sigur á Telegram, at tangarnir á oljureinsiverkinum eru ikki raktir av eldinum.
##med2##
Ukrainskar dronur vóru í nátt eisini orsøkin til, at eldur kom í eitt kjarnorkuverk í russiska Kurs-landslutinum, men her er eldurin sløktur, og sambært russiskum myndugleikum var eingin fólkaskaði.
- Radioaktiviteturin, sum er máldur í økinum, er ikki broyttur í mun til vanligu virðini, skriva tey, sum standa aftanfyri russiska kjarnorkuverkið, á Telegram.
Á kortinum, sum er viðheft, sæst, hvar ukrainsku álopini í nátt raktu í Russlandi.