Tað gongur væl hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í FC Fredericia í donsku superliguni.
Í dag vann Fredericia aftur á Monjasa Park leikvøllinum í Fredericia. Í dag gekk tað útyvir Randers FC, ið legði rygg til ein 0-1 ósigur. Svenn Crone skoraði sigursmálið 11 minuttir undan steðginum.
HER ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Nakrar bjargingar hjá Mattiasi síggjast í samandráttinum.
Fredericia er nummar fýra í superliguni við 10 stigum fyri seks dystir. Mattias og liðfelagarnir hava trý stig upp til oddaliðið, FC Keypmannahavn. Ein sera góð byrjan má staðfestast.
Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Fredericia dyst á útivølli móti AGF.