Tað upplýsir bretska kongshúsið.
Hetta er fyrstu ferð, at ein sitandi bretskur kongur almannakunnger upplýsingar um sínar persónligu skattaviðurskifti.
Eisini trúnarvingin, William prinsur, hevur almannakunngjørt sínar skattaupplýsingar fyri fyrstu ferð. Hann hevur goldið meira enn 20 milliónir pund – umleið 174 milliónir krónur – í skatti, síðani hann gjørdist prinsur av Wales.
Sambært bretskari lóg eru kongar og drotningar frítikin fyri ávísum skattum. Kortini hava bretsku kongshúsini sjálvboðin goldið millum annað inntøkuskatt síðani 1993 eftir trýsti frá almenninginum.
Charles kongur hevur hildið fram við siðvenjuni frá tíðini sum trúnarvingi at kunngera sínar skattaupplýsingar. Tað gjørdi undankvinna hansara, Elisabeth drotning, ongantíð í sínum meira enn 70 ára langa valdstíðarskeiði.
Kongshúsið upplýsir samstundis, at Charles kongur og Camilla drotning ikki fara at brúka Buckingham Palace sum sín privatbústað, tá umvælingarnar av slottinum eru lidnar. Í staðin fara tey framvegis at búgva í Clarence House í London.











