Charlie Hebdo gevst at tekna Muhamed

Man væntar av okkum, at vit verja tað frælsi, men ongin annar torir at gera tað longur. Vit hava gjørt okkara. Nú mugu onnur taka yvir, sigur Laurent Sourisseaue.

Franska satirublaðið Charlie Hebdo, ið gjørdist heimskent eftir at yvirgangsmenn brutu inn í teirra skrivstovu og drupu fleiri starvsfólk, hevur nú avgjørt at gevast at tekna myndir av Muhamed profeti.


Blaðið tvíhelt annars um hendan rættin aftaná yvirgangsálopið, og í fyrsta blaðnum aftaná álopið prýddi ein mynd av Muhamed profeti forsíðuna á blaðnum. Mangt bendir tó á, at framyvir verða ikki fleiri myndir av Muhamed í blaðnum.


- Vit teknaðu Muhamed fyri at verja meginreglu, at man má tekna alt tað, ið man hevur hug til. Tað er løgið – man væntar av okkum, at vit verja tað frælsi, men ongin annar torir at gera tað longur. Vit hava gjørt okkara. Vit hava vart rættin at tekna keipumyndir. Nú mugu onnur taka yvir, sigur Laurent Sourisseaue, ið er ritstjóri á franska blaðnum við týska blaðið Stern.


Laurent Sourisseau var millum teirra, ið var á skrivstovuni, tá yvirgangsmenninir framdu álopið. Hann tók við sum ritstjóri á blaðnum, tá fyrrverandi ritstjórin, Stéphane Charbonnier, varð dripin í álopinum.


Blaðið er kent fyri at tekna keipumyndir av øllum hugsandi evnum, og leggur ikki fingrarnar ímillum. Jesus, Muhamed, jødar, pávin, framstandandi politikarar og onnur hava øll verið avmyndaði í franska blaðnum.