Chelsea og Tottenham halda stílinum

Spenningurin var stórur á Old Trafford, har sjeyndi og seinasti av dagsins dystum í Premier League var á skránni.

Undan steðginum legði Arshavin Arsenal á odda við einum framúr máli, men tað eydnaðist tó Manchester United at venda dystinum. Rooney skoraði upp á brotsspark til 1-1, og so átti Abou Diaby leiklutin sum óhepna hetjan, tá hann gjørdi sjálvmál.

 

Á Reebook stadion var Bolton tvær ferðir á odda móti Liverpool, men við einum máli frá Steven Gerrard seint í dystinum eydnaðist kortini Liverpool at taka øll stigini.

 

Oddalið eru tó framvegis Chelsea og Tottenham, sum bæði vunnu sínar dystir í dag.

 

Úrslitini í Premier League

Chelsea-Burnley 3-0

Tottenham-Birmingham 2-1

Blackburn-West Ham 0-0

Bolton-Liverpool 2-3

Stoke-Sunderland 1-0

Wolves-Hull 1-1

Manchester Utd.-Arsenal 2-1