Chelsea stjørnur vitjaðu Mason

Stjørnur úr Chelsea góvu sær stundir til illa skadda Hull leikaran, Ryan Mason

Tað var ógvuliga álvarsligt, tá Hull leikarin, Ryan Mason, í dystinum móti Chelsea sunnudagin, mátti berast út av vøllinum á børu eftir ein samanstoyt við Chelsea leikaran, Gary Cahill. Aftaná varð staðfest at Ryan Mason hevði fingið eitt skallabrot, umframt eina heilabløðing.

 

Les eisini: Mason ikki í lívsvanda

 

Ein rúgva av fólki hava víst samkenslu til Hull leikaran aftaná hendingina á teimum sosialu miðlunum, men nakrir av leikarunum hjá Chelsea møttu upp á sjálvum sjúkrahúsinum fyri at ynskja Mason góða bata.

 

Aftaná skurðviðgerðina hjá Ryan Mason sunnukvøldið fóru Gary Cahill, John Terry og hjálparvenjarin, Steve Holland, framvið á St Mary’s sjúkrahúsinum fyri at heilsa uppá Ryan Mason fyri at vísa sína samkenslu. Teir kundu tó ikki sleppa framat at vitja Hull leikaran, av tí at hann varð skurðviðgjørdur akkurát ta løtuna tá teir vóru framvið. Teir tríggir heilsaðu tó allir uppá foreldrini hjá Ryan Mason, sum teir prátaðu við eina góða løtu.

 

Sanniliga ein góð søga um góðan ítróttaranda frá Chelsea stjørnunum.