Verandi FA Cup vinnarnir, Chelsea, tóku á heimavølli móti Cardiff City, sum spælir í næstbestu deildini. Heimaliðið vann dystin 4-1 við málum frá Didier Drogba, Michael Ballack, Daniel Sturridge og Salomon Kalou. Málið hjá Cardiff skoraði Michael Chopra, tá hann í fyrra hálvleiki gjørdi tað til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Á City of Manchester Stadium tók Manchester City móti Stoke. Shaun Wright-Phillips legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki. Stoke hevur ein serstakan eginleika í Rory Delap. Hann kastar líka langt sum aðrir skjóta. Tí kemur tað heldur ikki sum nakað sjokk, at tað var eftir innkast frá honum, at Stoke javnaði. Eftir innkast úr høgru var Ricardo Fuller fyrstur á bóltin og stútaði hann í mál. Úrslitið merkir at liðini skulu spæla umdyst á Britannia Stadium, sum er heimavøllurin hjá Stoke.
Í suður Onglandi var grannauppgerð millum Southampton og Portsmouth. Hóast fíggjarligu trupuleikarnir eydnaðist tað Portsmouth at vinna grannauppgerðina. Støðan 0-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki komu fimm mál, fýra til Portsmouth og eitt til Southampton.
Birmingham vann í evstu løtu á útivølli móti Derby County, meðan Reading vóru tríggjar minuttir frá at vinna heimadystin móti West Bromwich.
Úrslitini í FA Cup í dag:
Chelsea ? Cardiff 4-1
Manchester City ? Stoke 1-1
Derby County ? Birmingham 1-2
Reading ? WBA 2-2
Southampton - Portsmouth 1-4