Heimsins størsti maður, 36 ára gamli Leonid Stadnyk í Ukraina, fekk herfyri ein sergjørdan Chevrolet Tacuma, sum ukrainski forsetin Viktor Yushchenko handaði honum.
Chevrolet bilurin er einki broyttur uttan, men innan er nokk so nógv gjørt fyri at Leonid kann sita í honum. Neyðugt varð at styrkja fleiri konstruktiónir sum t.d. setrini, so tey kunnu halda til hansara 200 kg.
Leonid Stadnyk er føddur í 1971 í Ukraina. Hann er 2.59 m langur og vigar 200 kg.
Sambært Guinness World Records 2008 er hann heimsins størsti maður.
Leonid Stadnyk byrjaði at vaksa so nógv eftir eina operatión í høvdinum, tá hann var 14 ára gamal. Hann er útbúgvin djóralækni og arbeiðir eisini sum djóralækni og býr saman við mammu síni í bygdini Podolyantsi í Ukraina.
mg