Christian í Grótinum á seinasta túrinum

Nóta- og trolskipið Crhsitian í Grótinum er í løtuni á sínum seinasta túri undir føroyskum flaggi Christian í Grótinum er seldur einum felagi í Kili, og á seinasta túrinum eru ein stýrimaður og ein maskinmeistari úr Kili við skipinum. Tað skrivar Dimmalætting.

Christian í Grótinum var mánadagin í Noregi og landaði ta seinastu makrellastina, og skipið er nú farið at fiska tað seinasta av sildakvotuni í norskum sjógvi.

Áðrenn Christian í Grótinum fer til Kili, skal skipið á skipasmiðjuna í Havn at gera ymsar ábøtur.

Reiðaríið hevur nýbygning í gerð í Kili. Tað skipið kemur ætlandi til Føroya beint eftir ársskiftið.