Fótbóltur
Seinasta mánaðin ella so hevur runavíkingurin, Christian Høgni Jacobsen, verið í Esbjerg, har hann hevur royndarvant við nýggja superligufelagnum.
Fær sáttmála
Hóast venjingarnar hava verið darvaðar av lærskaðanum, sum áleyparin hevur drigist við, so tykist hann kortini at hava sannført venjarin somikið nógv, at ein avtala liggur klára at skriva undir, tá hann hósdagin kemur aftur til Danmarkar.
- Vit hava eina munnliga avtalu, og ætlanin er so, at eg skal skriva undir, tá vit koma aftur til Danmarkar, segði Christian Høgni við Útvarpið mánakvøldið.
Í fyrsta umfarinum verður talan tó bert um ein sáttmála fram til ársskiftið, men gongst eftir vild, tykjast stór sannlíkindini vera fyri, at sáttmálin verður longdur til ta tíð.
- Teir vilja í fyrsta umfari royna, um eg megni at stríða meg til eitt pláss á superligaliðnum. Teir hava sagt mær, at teir vænta, at eg fari at klára hetta.
Ikki fyrstu ferð
Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at útlendskur áhugi hevur verið fyri Christian Høgna Jacobsen. Fyri hálvum triðja ári síðani var áhugi úr einum portugisiskum felag. Christian Høgni tók tá ikki av tilboðnum, og tá hann stutt eftir breyt beinið, varð dreymurin um útlandið lagdur á hyllina eina tíð.
Síðani hann kom aftur á føroyska fótbóltspallin, hevur tað tó gingið við rúkandi ferð. Seinnu helvt av kappingarárinum í fjør var hann ein av høvuðsmonnunum hjá NSÍ, tá teir fleiri ferðir upp í slag bukaðu oddaliðini í landskappingini, og tað var eisini við buldur og brak, at hann í vár fyri fyrstu ferð royndi seg á A-landsliðnum.
Hetta var í Luksemburg, har hann avloysti ein skaddan Toda Jónsson, og í fyrsta veruliga landsdysti sínum skoraði Christian Høgni annað málið, meðan hann legði upp til hitt. Fýra dagar seinni spældi hann ein branddyst í Russlandi, tá Føroyar taptu tepurt, og ivaleyst eru tað fyrst og fremst hesi bæði avrikini, sum aftur hava kveikt áhugan hjá útlendskum feløgum.
Við Útvarpið segði Christian Høgni annars, at bæði Vejle og B93 eisini høvdu sýnt ánuga, men í fyrsta umfarinum verður tað so Esbjerg, sum fær gleðina av føroysku fótbóltsevnunum.
Christian Høgni Jacobsen verður sostatt sætti føroyski leikarin í donskum fótbólti í løtuni. Framman undan er talan um Toda Jónsson, Johan Byrial Hansen, Óla Johannesen, Øssur Hansen og Atla Gregersen.