Christian skoraði aftur

Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsspælaranum, Christian Lamhauge Holst. Christian var aftur á blettinum í gjár, tá Silkeborg á heimavølli spældi javnleik 2-2 ímóti Esbjerg í SAS-liguni. Longu í fimta minutti spældi Jesper Bech bóltin yvir til Christian Lamhauge Holst, sum setti bóltin í netið til 1-0. Tá 82 minuttir vóru farnir var líkt til, at Silkeborg fór at fáa øll trý stigini, tí tá økti Rajko Lekic til 2-0. Men seinastu løtuna misti Silkeborg alt á gólvið. Tá 87 minuttir vóru farnir minkaði Jesper Jørgensen til 2-1, og í yvirtíðini javnaði Fredrik Björck til 2-2.