Christoffer Michael Olsen: Revsingin 25 sløg við koyrli

Vit hava í fleiri pørtum umrøtt tey Evensen, sum eru grivin í gamla kirkjugarði. Systir Joen Peter og Jens Christian Evensen, Elsebeth Christine, giftist við Christoffer Michael Olsen, sum við síni dagbók eigur ein fittan part av nýggju Havnarsøguni

Christoffer Michael, f. 28.1 1822, var sonur Zacharias Olsen f. 1784, ættaður úr Tjørnuvík. Í 1811 er hann krambakall­ur hjá kongaliga handlinum í Havn.
Zacharias giftist 1.11 1819 við Margrethu Catrinu Müller f. 3.7 1794 í Hvalba, systir sýslu­mannin Rasmus Müller.
Hetta merkir, at Chri­stoffer var systkinabarn gamla sýslumannin í Havn H.C. Müller. Sjálvur giftist Christoffer við Elsebeth Christine Evensen, f. 22.8. 1831, dóttir Elsebeth Sus­anne og Johan Christian Evensen úr Hvalba. Hon var elsta systa systir Joen Peter og Jens Christian Evensen.
Joen Peter og synir hans­ara Sofus og Jens hava ver­ið umrøddir í røðini Hend­ur ið Sleptu. Tveir aðrir synir, Johan og Christian, verða umrøddur í røð í Miðvikuni, har 2. partur var í blaðnum í gjár. Jens Christian verður eisini umrøddur seinni í røðini.
Christoffer átti
hesi systkin:
Cathrina Margretha Elisabeth Olsen, f. 1825, giftist við Hans Olaus Djur­huus, bónda á Vestara Húsa­garði. Dóttir teirra var Mar­gretha f. 1854, sum giftist við Oliver P. Effersøe.
Ein beiggi Hans Olaus var Andreas Djurhuus, sum var prestur og próstur í Streymoy 1843-1867. Ein annar beiggi var Johan Christian Djurhuus, van­liga kallaður Faktorin.
Ein systir Vangina giftist við Emil Kock sorinskriv­ara, og hon gjørdist ver­móður Christian Bærentsen amtmann.
Sigga Poulina Olesdatter, f. 1829, giftist við Jákup Jacobsen, bónda á Eystara Húsagarði. Van­liga var hon kallað Lina.
Óli Christian Pram Gad Olsen, f. 1833 var ógiftur. Hann var lamin og virkaði sum skómakari.
Hann hevur viljað havt skúlagang, tí í 1847 fer hann í kvølskúla hjá A.C. Lützen.
Í 1851 var hann avloysari í kongaliga handlinum.
Í 1852 fer hann til Dan­markar at læra til skómak­ara. Her var hann ikki hepp­in við lærumeistaran, sum setti hann til at gera alt annað, enn tað hann var komin til. Pram, sum hann var kallaður, rýmir úr læru­plássinum heim til Føroya aftur. Men her er hann kom­in til skómakaran Bærent­sen av Sundi, og nú tykist at hava borið betri til.

Børnini hjá Christoffer og Kristinu
Christoffer og Kristina, sum hon varð kallað, fingu fýra børn:
Zacharias f. 1851, giftur í Danmark. Kona æt Emilie. Tey fingu minst eitt barn, Ragnhild f. 1878.
Johan Christian f. 1858. Giftist eisini niðri. Kona æt Ida Jensine Caroline. Tey fingu fimm børn: Haldor Christopfer f. 1886, Bjarne Johan f. 1887, Olav Even f. 1889, Margrethe Elsebeth Louise f. 1895 og Leif Christian f. 1897.
Jens Michael Olsen f. 1860. Hann giftist við trí­men­ninginum Petru Krist­ine Müller f. 1864. Tey fingu fleiri børn, sum doyðu smá. Gudrun f. 1895 kom undan, men giftist ikki.
Margrethe Cathrine f. 1862. Hon giftist við Søren Müller, beiggja Petru hjá Jens Olsen. Tey fingu Hans Christoffer f. 1888, giftur við Ebbu, Esben Michael f. 1890, doyði sum smá­drong­ur, Margrethe Christine Elsebeth f. 1896, giftist við Johan Danielsen, post­meist­aran, og Poul f. 1902 giftist við Sunnevu úr Skúvoy.
Tey fingu eisini tvær døtur, sum doyðu smáar.
Hetta merkir, at tað eru bert Hans Christoffer og Poul, synir Søren Müller, av ættini hjá Elsebeth Christine og Christoffer Michael Olsen, sum eiga eftirkomarar í Føroyum.

Dagbókin, sum lýsir
lívið í Havn
Tað er so heppið, at tað er nógv, sum kann greiðast frá um Christoffer og hansara. Hann fór 20 ára gamal at føra dagbók í 1842, og tað gjørdi hann fram til 1881. Tað er ikki nógv, hann skrivar teir flestu dagarnar, men kortini fyllir dagbókin einar 200 maskinskrivaðar síður bert fram til 1856. Tað er eisini gjørdur listi yvir teir persónar, sum hann umrøður, og hesir eru fleiri hundrað í tali.
Tí er dagbókin eisini hent hjá søgumonnum, og tað er tikið nógv til hana í nýggju Havnarsøguni.
Christoffer arbeiddi fyri kongaliga handilin í Havn 1840-42. Síðan kom hann til úthandilin hjá kongaliga handlinum í Klaksvík í 1840 at arbeiða undir faktor Johan Mortensen, sum var upprunin til Mortensenfyritøkurnar á Tvøroyri. Í 1845 flytir hann til høvuðshandilin í Havn, har hann arbeiddi fram til 1856.
Frá 1856 og mong ár fram arbeiddi hann í Res­torffs handli í Vágs­botni. Hann búði í húsun­um yviri í Trøð, sum mostir hansara Jomfrú Müller hevði latið byggja í 1830.
Christoffer átti bátar og leigaði teir út til havnar­menn at avreiða til konga­liga handilin. Eitt skifti hevði hann fýra bátar.
Her skal fyrst og fremst takast tað úr dagbókini, sum viðvíkir privatu viður­skiftini hjá Christoffer.

Føðingardagur við stíli

1843
28.5 blev jeg forlovet med Anneke Michelsdatter Uppsalon (Klaksvík)
1846
15.3 blev Forlovelsen med A. Michelsdatter paa begges fredelige Overens­komst ophævet. 6te April gik hun til Biskopstø, var blevet forlovet med (Johan) Zidske Joensen.
Tey giftust 9. oktober. Men eydnan var ikki við teimum. Hann fór at handla, og tað bar ikki til. Tey fingu børn, men eingin ætt er eftir tey í dag.
1847
28.1 hevði Christoffer 25 ára føðingardag við stíli sum hann greiðir frá: Fruen­timmerne fik Choko­lade, da de kom, de andre 1 Snaps Cognac, Punch og Smørre­brød til Aften, The og Kaffe om Natten. Vi holdt ud til klokken 5 om Morgenen.
Tað er heldur ikki smá­vegis av gávum hann fær. Hesar roknar hann upp í 14 reglum í maskinskrivaðu dagbókini.
12.6 rejste min Fader paa Besøg til Tjørnevig, hvor han er født. Han har kun været der en Gang i de sidste 30 Aar

Verður trúlovaður
við Kristinu

1848
8.1 blev jeg Forlovet med Elsebeth Christine Evensen.
17.3 forærede jeg min Forlovede, Jomfru Even­sen, 1 Syæske, 1 Toilet­taske, 1 Naalebog, 1 Etui
9.5 rejste min Forlovede til Hestø
30.5 kom min Forlovede tilbage fra Hestø, hun har været der i 3 Uger.
13.11 var jeg i Bryllup hos Poul Isaksen, Thors­havn. Min Forlovede var Brudepige. (Poul giftist við Onnu, dóttir Andrass Mortanson, sum grund­legði Argir. Tey gjørdust forfedrar til Geilaættina í Havn og harvið eisini til tann, sum skrivar hetta.)
1849
9.5 rejste min Forlovede til Suderø med jagten For­tune. Madam Davidsen (kona Jens, har brøður hennara vuksu upp) m.fl. rejste med.
27.7 kom min Forlovede tilbage fra Suderø.
28.8. Faaet til foræring af min Forlovede, 1 Haarkjæde af hendes eget Haar med Guldlaas og en Guldplade i Midten.
28.9 stod min Forlovede fadder til Djone Isaksen (Geil). (Hann var sonur Poul og Onnu. Tað er kent, at Djóni og hansara børn skaptu søgu í Føroyum. Tey eru fyrr umrødd í hesi røð.)
1850
15.5 fik min Forlovede Renterne fra Davidsen 18 Rd. (Brøðurnir vuksu upp hjá Jens Davidsen. Hon man tískil hav verið um­­fatað av hansara vælvild.)
30.10 giftedes Andreas Karbek. Min Søster Line var Brudepige. Min Forlovede var i Bryllupet.
14.10 var jeg i Bryllup hos Andreas Andreasen Dal. (Hann var pápi millum onnur Jens í Dali, eisini umrødur í hesi røð).
Den. 10 i d.M. var jeg, min Forlovede og Line til Guds Bord.
28.11 var min Søster Trines og H.O.Djurhuus´ Bryllup. Hans Broder (Andreas) holdt Vielsen, min Moder var i Kirken. Jeg og min Fætter Syssel­mand (H.C.) Müller var Brude­mænd. Hans søstre Juliane og Vangina vare Brude­koner. 7 Par foruden var til offers, hvor iblandt Søsk­endene og min Forlovede
1851
1.6 var jeg Brudemand hos Gudmund Effersøe. Brude­gave fra mig og min For­lovede 3 rigsdaler. Kun Familien var bedt. Det var hans Fødselsdag.
Gudmund, sum fylti 24 ár hendan dagin, giftist við ta trý ár eldri Cathrine Elisabeth Helene Müller, systir H.C. Müller. Hann var skrivstovumaður hjá sorinskrivaranum og var sýslumaður í Suðuroy 1851-1894. Børnini hjá honum vóru tey kendu Effersøe systkini, sum nærri verður greitt frá í røðini í Miðvikuni, sum byrjaði í seinastu viku.
28.7 rejste min For­lov­ede til Suderø med Olai­baaden. (Hetta man vera báturin sum er farin ólav­søkugestum.)
8.10 om Natten kom min Forlovede igjen fra Suderø med jagten Fortuna. Den gamle Evensen, hendes Bedstefader, forærede hende 1 Styk 2 Pots Kobberkjedel, 1 Duug, 2 Salveter, 1 Haandklæde og 1 Læderunderdyne.

Revsing: 25 sløg við koyrli
4.12 blev Dommen fuld­byrdet paa Peder Christian­sen, Sandegjærde, der er dømt for Tyverie med 25 Rottingsslag. Hestjoen bankede ham. (Rotting var ein serligur koyril til revs­ing av persónum. Tað skuldi nú heldur ikki so nógv til fyri at verða revs­aður tá á døgum.)
1852
18.4 blev Joen Peter Even­sen (svágurin) konfirmeret. Jeg gav ham 1 rd. Hans Søst­er gav ham en Haarkjæde.
25.4 var min Forlovede til Gudsbords.
5.6 døde min kjære Fader, Klokken 3 Efter­middag, 68 Aar gammel, efter at have ligget 10 Dage med Sliim for Bryst­et. Den nye Doctor besøgte ham et Par Gange og gav ham Medicin. Doctoren angav Bryst­betændelse som Dødsaarsag.
Han døde rolig og tilfreds. Mod Slutningen sang han de sidste 3 Vers af den 121de Salme i den nye Psalmebog:

Jeg ved Jesum fryder mig,
Døden er ej Skrækkelig;
Thi den finder jeg bered,
og jeg sover hen i Fred.
Jeg ved Jesum fryder mig.
Han mig tager op til sig.
Han mig har bered et Sted
i sin Himmels Herlighed.
Jesu! Ja, jeg fryder mig,
Altforbarmende! Ved dig.
Evig jeg med Jubellyd synger:
Jesus er min Fryd.

9.6 blev min Fader begraven. Liget blev baaret ind i Kirken. Pastor Djur­huus holdt Ligtalen. Han blev begravet i Kirke­gaard­en her hjemme ved Kirken.
18.6 døde min kjære Moder, 58 Aar gammel. Hun døde kl. 2 ¾ Efter­middag efter at have ligget i Sengen siden i Efteraaret. Hun længtes inderlig efter at slippe herfra og samles med sin Forløser i de evige Boliger. Som Dødsaarsag angav Lægen Brysttæring. Hun har i mange Aar været meget sygelig.
22.6 blev min Moder begravet ved Siden af min Fader.

Verður giftur
15.7 den 10. Søndag efter Trinitatis blev der første Gang lyst for mig af Pastor Sørensen, der i dag prædikede her i Kirken.
I Morges talte jeg med Præsten om at blive indskrevet. (Jens) Davidsen og (Hans) Olaus Djurhuus var Forlovelsesmænd.
29.8 Søndag var mit Bryllup. Brudefolkene var Davidsen og Kone, min Svoger Djurhuus og min Søster Line.
Ingen var bedt undtagen vore Sødskende. Trine Effersøe, Josefine og Oliver P. Effersøe, de vare blot til Middag.

1853
28.1 Paa min Fødselsdag fik jeg en broderet Plade at hænge mit Ur paa fra min Kone.
Fra min Søster Line fik jeg en graa hæklet Penge­pung med Staalperler hist og her med to gamle Smaa­penge i som Lykke­skillinger.
23.10 fødte min Kone en Søn om Morgenen Klokken 4½.
1.11 var min Kone 1ste gang oppe, 1 Time.
6.11 holdt Jordemoderen (S. Lindenskov) op med at gaae her i Huset.
20.11 sang vi trestemm­ig i Kirken. Jeg var i Bass­en i Anledning af, at der er 50 Aar siden, det engelske Bibelselskab blev stiftet.
4.12 blev min Søn døbt Zacharias Olsen. Faddere vare Madam Davidsen, min søster Line, Syssel­mand H.C. Müller, H. O. Djurhuus, kontorist Johan(nes) Djurhuus og min svoger Joen Peter Evensen.
Jordemoderen, der gik 14 Dage, fik 6 rd.
1854
15.1 gik min Kone i Kirke, Præsten fik 2 Rd.
26.3 fik min Søn den 1st Tand. Han er 22 Uger gammel.
27.3 fik han den 2den Tand
23.4 konfirmeredes min Svoger Jens Christian Evensen.
12.10. I disse Dage er min Søn begyndt at gaa og ligeledes aflagt Brystet
31.10 Deltog jeg med ca. 70 Personer i et Festmaal­tid i Anledning af, at Amt­mand­en (Dahlerup) var blevet Ridder af Danne­borg. Det er hans Fødelsdag.

Aðrar hendingar
Tað er so nógv meira, sum Christoffer hevur skrivað. Men hann er eisini ein maður sum hevur vitað nógv. Hann hevur verið sera kunnskapsøkjani, og hevur saman við øðrum gingið til frálæru í enskum, týskum og violin.
Her kunnu verða nevnd­ar einstakar aðrar hendingar:
23.7 1843. Nýggjur kirkjugarður er vígdur. Hetta gjørdi prestur við at “kaste 3 Skuffer af den forrige indviede Jord paa den i Navn Gud Faders, Guds søns og Gud den Helligaands.”
Í 1846 ár ganga mesl­ing­ar. Mange huse er hjælpe­løse, da alle falde paa en Gang. Nu griber de ogsaa om sig paa Landet. Mand­folket maatte malke Køer­ne og forrette mange for dem uvante Ting. (At mjólka hevur altíð verið rokna at vera eitt konu­fólkaarbeiði.)

Komandi partur verður um somu ætt, nevniliga Ebbu og Hans C. Müller, yngra. Maður Onnu Evensen æt Otto