Í minst trimum førum hevur CIA brúkt tann sokallaða waterboarding-avhoyringarháttin Waterboarding merkir, at tann avhoyrdi verður lagdur á eitt bretti, og síðani verður so nógv vatn stoytt oman yvir høvdið á honum, at hann fær kensluna av, at hann druknar.
Hesin avhoyringarhátturin hevur fingið nógva umrøðu í USA í seinastuni, og nú viðgongur leiðslan í CIA, at avhoyringarhátturin kemur undir píning. Samstundis viðgongur CIA at hava brúkt waterboarding-avhoyringarháttin ímóti minst trimum fangum síðani 2001.
Umboðsmannatingið í Wasgington ætlar sær at samtykkja eina lóg, sum skal banna CIA at brúka avhoyringarháttin, men George W. Bush, forseti, hevur hótt við at brúka sýtingarrættin ímóti samtyktini.